Um Quickpay

QuickPay er ein trygg gjaldsloysn fyri handilsvirksemi á alnótini. QuickPay riggar við øllum virknum gjaldskortum.

Við QuickPay sum gjaldsloysn fært tú:

  • Òkeypis stovnan
  • Atgongd til allar gjaldsmøguleikar við bert einari loysn
  • Trygga gjalding á alnótini við SSL-kryptering og eftirlit við servarum 24/7/365
  • Einkulta samansjóðing fyri handilsloysnina við lidnum html-skapum
  • Fastar útreiðslur - uttan yvirraskilsi
  • Nógvar eyka-tænastur
  • Stutta og rímiliga uppsagnarfreist
  • Trygd fyri støðuga vørumenning

QuickPay er ein gjaldsloysn sum, trygt og lætt, ger tað møguligt at samansjóða øll virkin gjaldskort við eini ávísari heimasíðu á alnótini

Quickpay stendur aftanfyri flytingum á alnótini fyri umleið 5500 viðskiftafólk (mars 2010) og vil í 2010 standa aftanfyri gjaldingum fyri meiri enn 6 miljardum krónum. Quickpay er tískil næststørsta gjaldsloysn í Danmark.

Servarirnir, ið handfara Quickpay, eru plaseraðir hjá pil.dk, sum á besta hátt tryggjar tær, at tínir upplýsingar eru ansaðir alt samdøgrið og verjur teg móti virusálopum, so tíni viðskiftafólk altíð fáa eina skjóta og trygga uppliving, tá tey gjalda í tínum alnótshandli..

Aftanfyri QuickPay er fyritøkan pil.dk

pil.dk er ein donsk fyritøka ið savnar seg um alnótina. Vit eru kosin til "Børsen Gazelle" seinastu fimm árini á rað.

Vit hava í ymsum samanhangum fingist við professionelt virksemi á alnótini síðani 1993.

Okkara uppsetingar og loysnir veita viðskiftafólkinum neyvu trygdina, uttan at skerja virkisfrælsið

Tøknina lata vit okkum ikki stýra av - tað er bert nakað vit hava stýr uppá.

Bílegg QuickPay.